Innanlands

Magnus Heinason á hydrografitúri

Í farnu viku fór Magnus Heinason út til hydrografikanningar og at leggja fortoyingar út

Mynd: Havstovan

Mynd: Havstovan

2019-06-13 16:35 Author image
Ari av Rana
placeholder

Í farnu viku fór Magnus Heinason út til hydrografikanningar og at leggja fortoyingar út. Á túrinum blivu tríggjar fortoyingar við streymmátara og aðrari útgerð lagdar út. Ein bleiv løgd út norðanfyri at máta rákið av atlantssjógvi í Føroyastreyminum, og tvær blivu lagdar út í Bankarennuni at máta djúpa rákið har. Harumframt blivu tveir standardskurðir tiknir vestanfyri, og ein lítil botnhita-boya bleiv løgd út nokkso vestarlaga, í ein útnyrðing av Ytra banka.

Norðanfyri bleiv útgerð eisini tikin upp. Hetta var útgerð, sum hevur staðið á botni og mátað dýpið á markinum millum heitan atlantssjógv og tann djúpa kalda sjógvin. Mátingarnar skulu brúkast til at gera eina neyvari meting av, hvussu nógvur atlantssjógvur ferðast norðureftir til Arktiska økið. Tað arbeiðið er partur av Blue-Action- og FARMON-verkætlanunum; Blue-Action er ein stór EU verkætlan, har eitt av endamálunum er at lýsa veðurlagsbroytingar í Arktis og teirra ávirkan á veðurlag og veður á norðaru hálvu. FARMON, ið er fíggjað frá Energistyrelsen í Danmark, hevur stuðlað útleggingini av útgerðini. Útgerðin sjálv er lænt frá Universitetinum í Hamburg.

Sum heild gekk túrurin væl, skrivar Havstovan. Øll frágreiðingin kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder