Innanlands

Mál um løgreglumann fyri Landsrættin

Løgreglumaðurin, sum fyri tveimum vikum síðani varð funnin sekur í at hava misnýtt sítt embæti, hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2024-02-07 07:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

35 ára gamli løgreglumaðurin, sum fyri tveimum vikum síðani í Føroya rætti varð dømdur 40 daga treytaleysa fongsulsrevsing fyri at hava misnýtt sítt embæti, hevur skotið dómin inn fyri hægri rætt.

Sostatt skal málið roynast í landsrættinum, og løgreglumaðurin sum noktar seg sekan krevur frídøming. Tað veit útvarpið.

Sambært ákæruritinum í málinum, sum var fyri í Føroya rætti, hevur løgreglumaðurin skrivað til tríggjar ungar kvinnur um mál, sum ikki vóru til. Hann skal millum annað hava skrivað til eina kvinnu á Instagram, og møtt henni á einum skeinkistaði, har hann "avhoyrdi" hana um eina hending í býnum. Hann spurdi nógvar persónligar spurningar og snoddaði og føldi upp á kvinnuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder