Eldur kyknaði brádliga í Glyvra skúla ein annars vanligan mánamorgun tann 9. september 2024.
Varnast var, at roykur rak um skúlan: Eldur var á einum vesi í niðastu hæddini. Skálafjarðar Sløkkilið og løgreglan vóru skjót á staðnum, og eldurin var skjótt sløktur. Øll vóru evakuerað úr bygninginum og fluttir út í Bylgjuna.
Sí eisini: Eldur í Glyvra skúla
Eingin kom til skaða av hendingini. Tó skuldu kanningar gerast í einari roynd at staðfesta, hví eldur kom í skúlan.
Nú, beint yvir fýra mánaðir seinni, kann løgreglan staðfesta, at tað ikki ber til at siga við fullari vissu hvat hendi.
Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum, sigur við Kringvarpið, at kanningar eru gjørdar, men at einki endaligt úrslit fyriliggur.
Løgreglan hevur millum annað tosað við børn í skúlanum. Illgruni var um, at børn festu í pappír á einum vesi á niðastu hædd skúlans. Eingin niðurstøða er tó gjørd hesum viðvíkjandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald