Innanlands

Eldur í Glyvra skúla í morgun

Roykurin er farin um tað mesta av skúlanum, og nú verður mett um skaðan, og um nær ið skúlagongdin kann takast uppaftur, sigur Runavíkar kommuna

(Mynd: Runavik.fo)

(Mynd: Runavik.fo)

2024-09-09 11:53 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nakað eftir at skúlagongdin var byrjað í morgun, varnaðust tey í Glyvra skúla, at roykur rak um skúlan, og var atvoldin, at eldur var á einum vesi í niðastu hæddini – í vestara partinum nær við fimleikahøllina, skrivar Runavíkar kommuna.

Skálafjarðar Sløkkilið og løgreglan vóru skjót á staðnum, og eldurin var skjótt sløktur. Øll vóru evakuerað úr bygninginum og fluttir út í Bylgjuna.

Roykurin er farin um tað mesta av skúlanum, og nú verður mett um skaðan, og um nær ið skúlagongdin kann takast uppaftur á Glyvrum. Skúlin letur frætta frá sær aftur, táið eitthvørt nýtt er í málinum, skrivar kommunan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder