Innanlands

Málið um nýtt vatnreinsiverk í Kollafirði kemur fyri býráðið í kvøld

Tekniska nevnd og fíggjarnevndin hava tikið undir at játta fýra milliónir til vatnverkið, ið skal avloysa tað, ið nú er ótíðarhóskandi

Vatnverkið verður av sama slagi sum tey í Kaldbak og á Velbastað - við sandfiltrum og UV-geisling og við egnari elveiting (Mynd: torshavn.fo) 

Vatnverkið verður av sama slagi sum tey í Kaldbak og á Velbastað - við sandfiltrum og UV-geisling og við egnari elveiting (Mynd: torshavn.fo) 

2021-04-29 17:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Gamla vatnverkið í Kollafirði er ótíðarhóskandi. Hetta staðfestir Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari, í samband við at ætlanin um at gera eitt nýtt vatnverk í Kollafirði verður kunngjørd.

Hetta málið kemur fyri býráðið í kvøld. Tekniska nevnd og fíggjarnevndin hava tikið undir við at byrja arbeiðið beinanvegin og at játta 4 milliónir til vatnverkið.

Ætlanin er at brúka lendið til dagsstovnin, ið liggur tætt við, og at leggja nýtt vatnverk vestanfyri Læknamiðstøðina við Sjógv, skrivar torshavn.fo.

- Vatnverkið verður av sama slagi sum tey í Kaldbak og á Velbastað við sandfiltrum og UV-geisling. Vatnverkið hevur egna elveiting. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder