Tá niðurstøðan í síðsta kærumálinum hjá Liljuni Weihe varð greið 22. mars í ár, gjørdi Sigmund Poulsen, løgfrøðingur hjá Liljuni Weihe greitt beinavegin, at tey fóru at heita á Løgtingsins umboðsmann um at viðgera málið. Og Sigmund Poulsen váttar í telduposti til Portalin, at málið er latið umboðsmanninum til støðutakan.
Liljan Weihe kærdi Kringvarpið 28. septembur í 2018, eftir at Kringvarpið segði hann úr starvi, tá hon ikki tók av tilboðnum um nýtt starv. Málið var kært til Mentamálaráðið, men kærarin vildi ikki hava Mentamálaráðið at viðgera kæruna, tí tey metti ikki at Mentamálaráðið hevði gegni at viðgera málið. Fyrst varð málið sent Fíggjamálaráðnum, sum segði málið frá sær, tí tey ikki mettu, at gegnið var í ordan, og tí endaði tað við, at Uttanríkis- og Vinnumálaráðið skuldi viðgera málið.
Fyrsta ætlanarskrivið, sum varð sent Liljuni Weihe var sent í august í 2017. Talan er tí um eitt tíðarskeið á umleið hálvt annað ár, har ið uppsagnarmál viðvíkjandi Liljuni Weihe eru viðgjørd. Men eftir øllum at døma kann málið draga longur út, um umboðsmaðurin velur at taka málið upp til viðgerðar.
Les eisini: Nú søkir Kringvarpið eftir tíðindaleiðara
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald