22. mars gjørdist greitt, at Liljan Weihe ikki fekk viðhald í kærimálinum um uppsøgnina av sær. Samstundis varð greitt, at Liljan Weihe ikki fór aftur í starv í Kringvarpinum.
Og nú verður søkt eftir nýggjum tíðindaleiðara. Tíðindaleiðarastarvið er hægsta journalistiska starvið í føroyska miðlaheiminum.
Kringvarpið skrivar í starvslýsingini, at viðkomandi skal vera við til at skapa eina felags mentan á stovninum við greiðum leiðslutilgongdum og heildarfatan í journalistikki.
- Afturfyri sleppur deildarleiðarin at vera við til at mynda dagsskránna hjá KVF, seta mál, bjóða av, savna og skapa rúm fyri fjølbroytni.
Heini Gaard hevur røkt starvið sum fyribilsleiðari, meðan uppsagnarmálið ímóti Liljuni Weihe hevur verði viðgjørt.
Søkja eisini um mentanarleiðara
Samstundis sum søkt verður eftir leiðara til tíðindadeildina, verður eisini søkt eftir leiðara til mentanardeildina. Kári Sólstein hevur verið fyribils mentanarleiðari, eftir at Barbara Samuelsen fór í annað starv sum leiðari á Visit Tórshavn.
KVF skrivar í starvslýsingini, at mentanardeildin er við til at mynda føroyska mentan og við tí lívga og fjálga um føroyska mentanararvin.
- Deildarleiðarin skal tí, saman við starvsfólkum sínum, tryggja eitt breitt útboð av sendingum og tænastum fyri alt Føroya fólk, skrivar KVF í starvslýsingini.
Umsóknir til bæði størvini skulu, saman við viðkomandi skjølum, vera KVF í hendi í seinasta lagi 29. apríl 2019 kl. 12.00.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald