“Fyri meg er Gud undranarverdur. Tað er hetta, ið eg fegin vil vísa á, gjøgnum sangirnar á nýggju útgávuni”.
Soleiðis sigur Malin Zachariassen, sum fríggjadagin kemur úr við síni triðju tónleikaútgávu. Útgávan ber heiti ’Undranarverdur’. Her lýsir hon við egnum orðum og løgum júst undran sína á alt tað góða, ið Gud gevur okkum menniskjum.
Á útgávuni eru 14 sangir, sum eru framleiddir í Føroyum, Danmark og í Svøríki. Nógvir góðir tónleikarar og sangarar eru við á útgávuni, millum annað føroyski maður hennara, Jan Zachariassen, sum spælir bass og gittar á øllum sangunum.
Tekstirnir á útgávuni eru upprunaliga skrivaðir á svenskum, men eru síðani týddir til føroyskt av Onnu D. Háberg.
Í sambandi við útgávuna, verður konsert í Østrøm fríggjakvøldið 2. august, har møguleiki verður at ogna sær fløguna.
Nevnast kann eisini, at Malin syngur til gudstænastuna í Viðareiðis kirkju sunnudagin.
Sum nevnt, er hetta triðja útgávan hjá Malin. Tann fyrsta útgávan, ’Drekk av vatninum’ kom út fyri 20 árum síðani, og tann næsta, ’Eg vil fylgja’, í 2003.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald