Frá 1. – 5. desember verður málningaframsýning við Jón Magnus Joensen á Glyvrum. Latið verður upp klokkan 13 fríggjadagin.
Framsýningin verður í nýggju hølunum hjá Bátafelagnum á Bakka - við bátahavnina, Niðri á Støð 1. Bakkafrost liggur beint norðanfyri. Koyrt verður inneftir nýggja Fjøruvegnum fyri at koma hagar.
Á framsýningini vera nógvir málningar - bæði størri og smærri - til sølu. Herumframt nógvar akrylmyndir málaðar á pappír við passpartout rundanum.
Myndevnini eru úr Eysturoynni, mong úr Tórshavn og eisini aðrastaðni í Føroyum. Eisini er talan um náttúrumyndir. Verkini eru litføgur, har ljósið spælir sín leiklut.
Jón Magnus Joensen hevur havt nógvar málningaframsýningar ymsastaðni seinastu góðu tredivu árini. Hann var á listaskúla í Danmark í 2003. Jón er argjamaður og býr á Toftum. Her hevur hann egið atelier.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald