Mentan

Málningaframsýning við Petur Háberg Jacobsen

Framsýningin verður í Williamsstovu frá 29. september til 4. oktober – Fernisering verður fríggjadagin kl. 17

2023-09-25 19:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í døgunum 29. september til 4. oktober sýnir Petur Háberg Jacobsen frm málningar í Williamsstovu.

Innan listina hevur Petur fingist mest við tónleik, men byrjaði fyri stuttum at royna seg innan málningalist.

Fernisering verður fríggjadagin klokkan 17. Lena og Niclas koma at spæla nøkur løg, og Martin Restorff borðreiðir við ábiti og boblum.

Framsýningin verður, sum áður nevnt, í Williamsstovu við Steinatún - í niðaru hædd, har Myndlist heldur til.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder