
Mánadagin í seinastu viku varð Aksel V. Johannesen útnevndur samráðingarleiðari og fekk sostatt møguleika at royna at skipa nýggja landsstýrissamgongu.
Hann hevði í fyrstu atløgu freist til í dag á middegi. Á stuttum fundi við løgtingsformannin segði Aksel V. Johannesen frá, at tað hevði gingist væl, men at samgonga enn ikki endaliga var skipað. Freistin er so longd til hósdagin klokkan 10, tá nývalda løgtingið verður sett.
Í kvøld sigur samráðingarleiðarin, at tað er tætt við at samgonga er skipað, men at tað enn er ósemja um býti av málsøkjum. Málsøkið byrjar tó at líkjast, og ætlanin er so at sita í kvøld, til tað er liðugt.
Gongur tað væl, so verður tíðindafundur, har samgonguskjal verður lagt fram og undirskrivað í morgin mikudagin. Gongur tað minni væl, so verður tað kanska hósmorgunin áðrenn tingfundin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald