Uttanlands

Mamma dripnan smádrong vamlast av Oscar tilnevning

Detainment er tilnevndur besta stuttfilm

Denise Fergus

Denise Fergus

2019-01-23 07:31 Author image
Ari av Rana
placeholder

Nógv umrøddi stuttfilmurin Detainment er tilnevndur ein Oscar fyri besta stuttfilm. Detainment er nógv umrøddur, tí at hann handlar um tveir 10 ára gamlar dreingir, sum í 1993 myrdu 2 ára gamla James Bulger.

Í filminum verða upprunaligar avhoyringar og eftirlitsupptøkur av teimum báðum dreingjunum, sum vórðu handtiknir, brúktar.

Mamma myrda dreingin, Denise Fergus, er í øðini um at filmurin er tilnevndur ein Oscar.

- Eg kann ikki seta orð á hvussu andstyggiligt tað er og hvussu kedd eg eri um, at hesin sokallaði filmur er gjørdur og nú er tilnevndur ein Oscar, sigur mamman.

Stutt undan sínum trý ára føðingardegi í 1993 var James Bulger burturfluttur úr eini sølumiðstøð. Tveir dagar var ein funnin dripin og píndur. 10 ára gomlu Robert Thompson go Jon Venables vórðu ákærdir og síðani dømdir fyri morðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder