Mentan

“Mamma minnist tú” – nýtt lag við Kristu og Hanna

Sangurin er ein føðingardagskvøða til mammu Kristu Lognberg, ið sjálv hevur gjørt bæði orð og lag

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2023-12-11 10:38 Author image
Innsent
placeholder

Í dag hava hjúnini Krista og Hanni Lognberg lagt eitt nýtt lag út á talgildu tónleikamiðlarnar. Talan er um sangin “Mamma minnist tú”, sum Krista Lognberg hevur gjørt bæði orð og lag til.

Krista sigur soleiðis um sangin: 

- Sangurin er ein føðingardagsgáva til mína elskaðu mammu, sum hevur havt so stóran týdning fyri meg. Góða mamma, takk fyri alt og hjartaliga tillukku við 83 ára degnum, sum er í dag, eg elski teg.

Jákup Zachariassen hevur framleitt og lagt til rættis. Krista og Sámal Hanni Lognberg syngja. Josva Debes slær trummur, Eyðun Johannesen spælir bass, meðan Jákup Zachariassen spælir øll hini ljóðførini.

Sangurin er upptikin í JakZac-Studio, og so hevur Óli Poulsen miksað og mastrað. Hergeir Winther Lognberg hevur staðið fyri videoupptøkunum.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder