Innanlands

Mánadagin fara 123 børn á stovn í Klaksvík

Tá dagstovnar í Klaksvík lata upp aftur, fara millum 20 og 30 prosent av børnunum aftur á stovn

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-04-25 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mánadagin lata dagstovnar í Klaksvíkar kommunu upp aftur, og tá fara 123 børn á stovn.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sigur við Kringvarpið, at talan er um millum 20 og 30 prosent av børnunum, og pláss eru fyri fleiri enn.

– Teir tilráðingar vit hava fingið siga, vit kunnu hava upp móti 40-50 prosent, sigur hann. Tó ber ikki til hjá fleiri foreldrum at melda børn síni til fyrr enn seinni í vikuni, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder