2026-05-19 11:13
Margreta drotning var fyrrapartin úrskrivað av Ríkissjúkrahúsinum eftir at hava verið innløgd í seks samdøgur.
Hon er nú aftur á Fredensborg slotti, skrivar kongshúsið í fráboðan.
Komandi tíðina skal hon binda frið, og tí eru hennara almennu uppgávur fyribils avlýstar.
Fríggjadagin boðaði kongshúsið frá, at Margreta drotning hevði fingið gina sokallaða ballónoperatión til tess at víðka krúnulívæðrina til tess at betra um blóðrenslið til hjartað, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald