Innanlands

Margretha drotning 80 ár: Átta fakta um drotningina

Margretha drotning tosar fimm mál, hevur dansað ballett í fleiri áratíggju og er tann, ið hevur sitið næstlongst á donsku trónuni

Margretha drotning (Mynd: EPA)

Margretha drotning (Mynd: EPA)

2020-04-16 19:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Margretha II, danska drotningin varð borin í heim 16. apríl 1940. Í sambandi við 80 ára føðingardag hennara í dag, hava vit savnað nøkur fakta saman um drotningina.

1. Hon varð fødd undir 2. heimsbardaga

Margretha varð borin í heim 16. apríl 1940 til foreldrini Fríðrik IX og Ingrid drotning. Vanligt er, at heilsað verður við 21 skotum, tá eitt nýtt barn er føtt inn í kongafamiljuna, men av tí at Margretha varð fødd undir týsku hersetingini av Danmark, bar hetta ikki til. Tí varð flaggað um alt landið í staðin.

2. Prinsessa í Íslandi

Margretha var, umframt prinsessa í Danmark, eisini prinsessa í Íslandi fram til 1944, og tí varð hon doypt: Margrethe Alexandrine Þórhildur Ingrid.

3. Ballettdansari í 40 ár

Drotningini dámar væl ballett, og byrjaði hon eisin sjálv at dansa sum ung. Í meira enn 40 ár dansaði hon ballett hvørja viku, og er hon í dag ein íðin áskoðari, tá ballettframførslur eru á skránni.

4. Fyrsta Føroyavitjan hennara var í 1959

Drotningin hevur verið í Føroyum fleiri ferðir. Fyrstu ferð hon slapp at uppliva Føroyar var saman við foreldrum sínum og systrunum, Benedikte og Anne-Marie, í 1959. Seinast hon vitjaði í Føroyum var í 2016.

[object Object](Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

5. Vitjaði fyrstu ferð í Grønlandi árið eftir

Árið eftir Margretha drotning vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni – í 1960 – vitjaði hon í Grønlandi, 20 ára gomul. Seinast var í 2015 saman við Heindrik prinsi.

6. Giftist fronskum greiva í 1967

10. juni 1967 giftist Margretha og Henri Marie Jean André greve de Laborde de Monpezat. Eftir brúdleypið varð maður hennara kendur sum Prins Henrik af Danmark. Tey vóru gift, til prinsurin andaðist 13. februar í 2018, 83 ára gamal. Saman fingu tey tveir synir – Fríðrik og Joachim, sum síðani hava givið teimum átta ommu- og abbabørn.

7. Tosar fimm mál

Margretha drotning tosar fimm mál. Talan er um danskt, enskt, franskt, svenskt og týskt.

[object Object]Drotningin heilsaði uttanfyri Fredensborg Slot í morgun (Mynd: EPA)

8. Sitið næstlongst á donsku trónuni

Margretha drotning hevur sitið á trónuni, síðan pápi hennara, Fríðrikur IX, doyði 14. januar 1972. Sostatt hevur hon verið drotning í 48 ár og havt níggju forsætisráðharrar undir sær. Tann einasti, sum hevur sitið longri á donsku trónuni enn hon, er Christian IV, sum var kongur í 60 ár. Margretha drotning er eisini ein av elstu donsku regentunum, sum hava sitið. Burtsæð frá henni, hevur bert Christian IX megnað at liva, til hann gjørdist 80 (hann doyði sum 87 ára gamal).

Kelda: Kongehuset.dk

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder