Á nærum hvørjum ári, eru føroyingar sum royna seg í størstu undirhaldssendingini í Danmark X Factor. Onkuntíð hevur tað gingið væl, og tað hevur eisini gingið minni væl hjá onkrum øðrum.
Nú verður tað so við nýggjum verti, at føroyingar kunnu luttaka í X Factor. TV2 kunnger í dag, at 28 ára gamla Maria Fantino er nýggjur vertur í væl umtóktu sendingini.
Sofie Linde, sum hevur verið vertur síðani 2016, boðaði fyrr í ár frá, at hon gavst sum vertur tá hetta umfarið var av.
Maria Fantino hevur seinastu árini verið vertur á DR P3-sendingini Curlingklubben, og hevur fingið eina rúgvu av heiðurslønum fyri sítt arbeiði.
Í fjør var Curlingklubben og vitjaði í Føroyum og burturúr kom ein sendirøð í fýra pørtum. Tey vóru við í rakstri á Velbastað, á seiðaberg á Kósini, surfaðu í Tjørnuvík, fóru upp á gólv í Hornahúsinum, og ótu fyltan lunda og seyðarhøvd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald