Mentan

Marilyn seld fyri 195 milliónir dollarar

Ikoniski málningurin hjá Andy Warhol varð seldur á uppboði í nátt

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-05-10 11:46 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ikoniska andlitsmyndin av amerikansku filmsstjørnuni Marlilyn Monroe á bláari bakgrund, varð í nátt seld fyri risaupphædd í New York.

Málningurin hjá Andy Warhol fór fyri ikki minni enn 195 milliónir dollarar, skrivar upphoðssøluhúsið Christie’s.

Hetta svarar til 1,37 milliardir í okkara krónum. Sostatt er hesin málningurin tann dýrasti frá 20. øld, ið er seldur á uppboði.

Andlitsmyndin av Marilyn Monroe varð málað í 1964 – tvey ár eftir at sjónleikarin doyði, helst av eini yvirdosis, skrivar dr.dk.

[object Object](Mynd: EPA)

Amerikanski listamaðurin Andy Warhol gjørdi fimm slíkar málningar í ymsum litum. Málningarnir eru nevndir eftir bakgrundslitunum.

Sambært miðlinum antiquestradegazette.com yvirhálar Warhol-málningurin fyrsta pláss frá Pablo Picasso og hansara málningi “Kvinnur úr Algier” frá 1955, sum í 2015 varð seldur fyri 179,4 milliónir dollarar.

Málningurin av Marilyn eitur 'Shot Sage Blue Marilyn'. Í 2013 varð hann seldur fyri 105 milliónir dollarar, sum við dagsins kursi svarar til 740 milliónir krónur.

Málningurin av Marilyn Monroe var ein partur av einum savni frá listasavnarunum Doris og Thomas Ammann, sum varð selt hjá Christie’s í New York.

Sveitsisku Doris og Thomas Ammann vóru systkin, og í áttati- og nítiárunum gjørdust tey gitin sum heimsins fremstu listasavnarar.

Thomas Ammann doyði í 1993, meðan Doris Amman doyði í fjør.

Eftir deyða Doris varð grunnurin 'Thomas and Doris Amman Foundation' settur á stovn, og tað er hesin, ið stendur sum seljari av ikoniska málninginum.

Sambært Bloomberg er keyparin amerikanski listasavnarin Larry Gagosian. Hann eigur eina røð av listahandlum, og keypir og selur nýmótans list.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder