placeholder
Innanlands

Marinustøðin verður nú demensdepil

Tórshavnar kommuna og Articon hava undirskrivað sáttmála um út- og umbygging av Tjarnargarði

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2018-12-13 21:23 Author image
Tiðindaskriv
placeholder

Í dag hava Tórshavnar kommuna og Articon undirskrivað arbeiðstakarasáttmála um út- og umbygging av Tjarnargarði. Út- og umbyggingin umfatar tann partin av Tjarnargarði, sum er gamla Marinustøðin. Hetta verður nú demensdepil, tann fyrsti av sínum slag í Føroyum, har til ber at fáa allar tænastur á sama stað.

Hesin parturin av bygninginum er upprunaliga frá 1960, men varð umbygdur og tikin í nýtslu sum røktarheim í 2004, seinni kom eisini dagtilhald. Sp/f Kontrast Arkitektar beyð arbeiðið út í innbodna lisitatión og arbeiðstakaraavtala er nú undirskrivað við Articon, sum hevði lægsta tilboðið.

Útbyggingin umfatar 7 nýggj umlættingarpláss, uppraðfesting av venjingarhølum og dagtilhaldinum, nýggjur køkur og samanbinding av báðum høvuðsbygningunum. Øll ovara hædd verður gjørd av nýggjum, og fleiri fermetrar verða tí til venjingar og dagtilhald, umframt at stórur partur av bygninginum verður høvuðsumvældur har neyðugar ábøtur verða gjørdar viðv. m.a. brunaviðurskiftum og ventilatón.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder