Mentan

Marita og Durita við nýggjum sjónleiki í Norðurlandahúsinum

12. oktober verður frumsýning í Norðurlandahúsinum. Tað eru Marita S. Dalsgaard og Durita Dahl Andreassen við leikbólkunum Leikhús Skift og GUT//Productions, sum í samstarvi við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions seta á pall altjóða leiklistaliga fenomenið La Merda ella Lortið

2023-10-02 16:46 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Lortið (La Merda) eftir Cristian Ceresoli er eitt modernað, samtíðar evropeiskt verk, sum djarvt, listaligt, groteskt stuttligt og fantasifult spælir seg fram til eina ræðandi og forvitnisliga dystopi.

Í leikinum møta vit eini ungari kvinnu, ið er til reiðar at gera alt, sum skal til fyri at blíva kend, vinna heiður og fáa viðurkenning. Hon vil 'meyka da'. Hon vil hava sukse í einum forbrúkarasamfelag - har hon sjálv er vøran.

Við eldhugaðum offurvilja, full av orku, longsli, vreiði, sorg og eini naivari trúgv uppá, at hon fær sukse, um hon bert er tilreiðar at offra og gera tað sum skal til, letur hon orðini floyma niður í eina mikrofon og út yvir áskoðararnar, alt meðan hon sannførir seg sjálva, og tey sum lurta, um, at bara hon kýtur seg, er djørv og etur eyðmýkingarnar í seg, so skal hon nokk klára tað - 'meyka da'.

Lortið (La Merda) eftir Cristian Ceresoli hevur vunnið hópin av altjóða prísum og viðurkenningum. Leikurin setur á breddan samleika, sjálvsfatan, internalisering, etingarólag, sexismu og strukturellar avbjóðingar hjá eini ungari kvinnu í einum forbrúkarasamfelag, ið er fongt av søguligari valdsójavnvág millum rík og fátøk, menn og kvinnur, sterk og veik - forbrúkarasamfelagið, har øll liggja undir fyri onkrum.

Leikurin er eitt sorgarkvæði, ið nertur við eina røð av teimum viðurskiftum, sum koma til sjóndar í einum samfelag, har klassisku strukturarnir eru við at fara í upploysn - og fylgjurnar av strukturellu samfelags broytingum eru, at vit fáa eitt vaksandi prækariat av fólki, sum aldri fáa fóta sær í eini fastari arbeiðstilveru, ið hevur so stóra ávirkan á samleika, fíggjarviðurskifti, status, møguleikar og frælsi hjá tí einstaka.

Í føroysku uppsetingini er tað Durita Dahl Andreassen, sum situr á pallinum og tulkar orðini, meðan Marita S. Dalsgaard leikstjórnar.

Lortið (La Merda) er upprunaliga skaptur av Cristian Ceresoli í samstarvi við sjónleikarinnuna Silivu Gallerano og framleiddur av Frida Kahlo Productions, Richard Jordan Productions og Produzioni Fuorivia í samstarvi við Summerhall.

Tá ið Lortið (La Merda) varð frumsýndur á Edinburgh Fringe Festival í 2012, sendi hann skjálvtar gjøgnum altjóða leiklistaheimin. Leikurin varð róptur eitt leiklistaligt fenomen og hevur síðani spælt í London, Edinburg, Oslo, Sao-Paulo, Adelaide, Berlin, Lisbon, Keypmannahavn, Vancouver og verið á leikferð um alt Italia. Hann hevur m.a. spælt á Soho Theatre (London), Adelaide International Festival og Maxim Gorki Theater (Berlin). Upprunaliga viðurkenda uppsetingin er framvegis á leikferð á altjóða pallum, men í Føroyum verður møguligt at síggja eina føroyska uppseting, tá ið Leikhús SKIFT og GUT//Productions í samstarvi og við seravtalu við Frida Kahlo Productions og Richard Jordan Productions sýna LORTIÐ (La Merda) í Høllini í Norðurlandahúsinum.

Leikurin er 50 minuttir, og aldursmarkið er 16 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder