Mentan

Marius DC á G!

– Nú 19 ára gamli rapparin spældi longu í 2019 á óalmenna pallinum á teltplássinum á G!, og var bókaður at spæla á avlýstu G! Festivalunum í 2020 og 2021, tí er tað við spenningi, at vit í ár endiliga sleppa at uppliva Marius við bólki í Syðrugøtu, siga fyriskiparar

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

(Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré)

2023-03-08 10:32 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyriskiparar av G! Festivalinum hava í morgun kunngjørt, at hiphop bólkurin Marius DC verður lagdur afturat festivalskránni.

Hetta er tríðja navnið, sum verður kunngjørt í sambandi við, at Føroyar spælir føroyskt hesa vikuna. Hini bæði nøvnini eru Marius Ziska og Byrta.

– Eftir sigurin í Sement í fjør, hevur ungi rapparin og hansara sera vælspælandi bólkur veruliga fingið flog. Á Iceland Airwaves skapti bólkurin yvirskriftir við síni sannførandi og energisku framførslu.

– Nú 19 ára gamli rapparin spældi longu í 2019 á óalmenna pallinum á teltplássinum á G!, og var bókaður at spæla á avlýstu G! Festivalunum í 2020 og 2021, tí er tað við spenningi, at vit í ár endiliga sleppa at uppliva Marius við bólki í Syðrugøtu, siga fyriskiparar í tíðindaskrivi.

Seinastu mánaðirnar hevur Marius DC givið út fimm stakløg, og fýra onnur stakløg eru á veg fram til í summar. Tað fyrsta av hesum "Babyrockari", ið verður givið út næsta fríggjadag. Lagið er ein kritikkur av harðskapsmentanini, ið nøkur ung veruliga hava tikið til sín.

Skráin fyri G! telur sostatt nú donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku Eivør, Marius Ziska, Marius DC og Brimheim, svensku Lucky Lo og finsku Irene. Aftur í morgin verður eitt nýtt navn avdúkað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder