Tað er ikki so ofte, at stóra og viðurkenda listasavnið ARoS í miðbýnum í Aarhus, skipar fyri konsertum.
Men leygardagin 30. september verður høvi at hoyra føroyska bólkin Marius á listasavninum.
ARoS hevur sett Marius á skránna at spæla í forhøllini leygardagin 30. september millum klokkan 18 og 19, sum er beint eftir vanliga afturlatingartíð.
AroS skrivar um Marius, at talan er um eitt tað mest áhugaverda navnið á føroyska tónleikapallinum. Í miðlum er Marius Ziska samanborin við Ásgeir og Bon Iver, og hevur fingið altjóða viðurkenning, eitt nú við konsertum á The Great Escape festivalinum í Onglandi í 2022.
Við seinastu útgávuni, RÚM, hevur Marius Ziska lyft elektroniskan popptónleik og føroysk melankoli upp á nýgjar hæddir, ikki minst við teimum trimum sera vælvitjaðu konsertunum í Norðurlandahúsinum fyrr í ár saman við Føroya Symfoniorkestri.
Meira um konsertina og atgongumerkjakeyp her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald