Leygardagin 12. august verður Ljósfest aftur í Vági, og tá fer eitt av heitastu nøvnunum í føroyskum tónleiki seinnu árini, Marius, at framføra.
– Marius Ziska er á odda fyri bólki sínum, tá henda altíð vælupplagda manning fer á pallin í Vági, skrivar Vágs kommuna.
– Seinnu árini hevur Marius av álvara staðfest, at hann er millum tey fremstu í føroyskum tónleiki, og hann ferðast bæði í Føroyum og utannfyri landoddarnar við sínum tónleiki.
– Ofta dreymakendi tónleikurin, saman við eyðkendu røddini, er eitt eyðkenni fyri bólkin og fyri stílin, ið ikki er til at fara skeivur av, og sum føroyingar hava tikið til sín. Løg sum Nærveran, Going Home, Silvurlín og Ongin er Orsøk eru fólkaogn, saman við fleiri øðrum av løgunum hjá Marius.
– At Marius hevur savnað eitt vala lið av góðum tónleikarum kring seg ger bert, at eittnú pallframførslurnar eru til UG, og letur ongan standa ivandi eftir um, at her er talan um tónleikaliga góðsku.
Ljósfest er ein dagur, har list, tónleikur og onnur tiltøk eru á skrá. Onnur, sum fara at framføra 12. august eru Hanus G. Johansen, Section, og Hjalmar og Dagfinn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald