Mentan

Marius Ziska á G! festival

G! Festivalurin spælir føroyskt og avdúkar sjey føroysk nøvn hesa vikuna

Marius Ziska saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Marius Ziska saman við Føroya Symfoniorkestri í Norðurlandahúsinum (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-07 08:37 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í sambandi við spæl føroyskt vikuna kunngerð G! Festivalurin hvønn dag í hesi vikuni eitt føroyskt tónleikanavn, sum fer at spæla á G! í Gøtu í summar.

Hóast G! hevur havt vitjan av sera nógvum ymiskum útlendskum tónleikarum gjøgnum árini, so hevur tað altíð verið føroyska íkastið, ið er bulurin í skránni.

Sjey nóvn verða kunngjørd, og tað fyrsta er Marius Ziska.

Eingin konsert her á klettunum mann hava fingið so góð skoðsmál, sum tær tríggjar konsertirnar, ið Marius Ziska spældi saman við Føroya Symfoniorkestri í februar. Tað er ikki uttan orsøk, tí sangskrivarin Hans Marius Ziska hevur altíð havt einastandandi evni.  

Hetta hoyrdist longu, tá hann spældi við Flux, og tað hava vit hoyrt støðugt líka síðan, og tað hoyrist eisini á nýggju útgávuni, “Rúm”, ið kemur út fríggjadagin.

Marius Ziska er tó nógv meira enn ein soloverkætlan, talan er um ein sera væl samanspældan bólk, har hvør limur lyftir hvønn annan og saman skapa eina fantastiska ljóðmynd, ið bæði er stórsligin og nærverandi.  

Marius Ziska kemur afturat eini skrá, ið longu telur donsku Jada, íslendsku Bríet, føroysku Eivør og Brimheim, svensku Lucky Lo, finsku Irene.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder