Innanlands

Marjun Holm fer frá sum skúlastjóri

Hátíðarløta var á Skúlanum á Argjahamri í gjár í sambandi við, at Marjun Holm leggur frá sær sum skúlastjóri

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-18 09:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hon byrjaði í august 2001 í starvinum sum skúlastjóri í Argja skúla, har hon var til skúlin í 2011 flutti í nýggja bygningin á Hamrinum og fekk navnið Skúlin á Argjahamri.

- Tá tú komst til skúlan á Argjum komst tú til ein skúla við eini gamlari og rótfestari mentan. Tú komst inn sum ein frískur vindur við nýhugsan og fór beinanvegin undir at flyta skúlin fram í nútíðina og eitt gott fet inn í framtíðina.

- Henda nýhugsan fylgdi tær niðan á Hamaran. Tú hevur sostatt í skúlahøpi verið avbera málrættað og øgiliga treisk. Men tað hevur sanniliga eisini givið úrslit, segði borgarstjórin, Heðin Mortensen millum annað í røðu til hátíðarløtuna.

- Broytingin var stór frá Argja Skúla og til Skúlan á Argjahamri. Hesin skúlin varð tikin í nýtslu í 2011, so tað eru longu 10 ár síðan, at tú tókst yvir leiðsluna á hesum stóra og stásiliga skúlanum. Og tað var ikki smávegis uppgáva.

- Vit kenna teg eisini sum sera aktiva, tú gongur, tú súkklar og tú svimur. Og tað fært tú alt betur stundir til, nú tú tíverri fer frá sum skúlastjóri. Hartil lesur tú nógv – og tað fær meg at hugsa um tykkara vælútbygda bókasavn her á skúlanum.

- Tú ert eisini kend fyri at vera sera familjukær, og tað er ikki minst børn og ommubørn hjá systrunum, ið hava notið ágóðan av tí. Tey fert tú eisini at fáa betur stundir til.

- Eg fari vegna Tórshavnar býráð at takka tær hjartaliga fyri títt drúgva og góða arbeiði og ynskja tær og Sjúrða alt tað besta í tí komandi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda, áðrenn hann handaði Marjuni blómur og gávu, segði Heðin Mortensen millum annað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder