Innanlands

Marjun Lómaklett prædikar á ólavsøku

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku, og í ár tað Marjun Lómaklett

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2024-06-12 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er tann elsti av teimum yngru prestunum í embæti í føroysku fólkakirkjuni, ið hevur gudstænastuna á ólavsøku, og í ár er tað Marjun Lómaklett.

Marjun varð prestvígd í januar 2002 í Aalborg Dómkirkju, eisini nevnd Budolfi Kirkjan, av tí at hennara fyrsta kall var í Sæby í Norðurjútlandi.

Marjun hevur í fleiri ár búð í Katar og Sameindu Arabisku Emiratunum í Miðeystri, har hon virkaði sum óløntur hjálparprestur í Anglikansku kirkjuni og Norsk-Svensku sjómanskirkjuni.

Í apríl 2015 tók hon við embætinum sum sóknarprestur í Norðoya Vestara Prestagjaldi við sæti í prestagarðinum á Ziskatrøð í Klaksvík. Í hesum tíðarskeiði hevur Marjun eitt skifti virkað sum integratiónsprestur, skrivar heimasíðan hjá Fólkakirkjuni.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder