2024-07-25 07:51
Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnu- og samferðslumálum, hevur sett Marjun Weihe Thomassen í starv sum stjóri á Landsverki.
Marjun Weihe Thomassen er 49 ára gomul, er útbúgvin búskaparfrøðingur og limur í nevndini í Landsbanka Føroya og í Búskaparráðnum.
Aftan á lokna útbúgving var Marjun í starvi sum fulltrúi í Landsbankanum og síðani sum ráðgevi í BankNordik innan íløgur. Frá 2012 til 2023 var Marjun fíggjarleiðari á Bústøðum.
Í oktober 2023 byrjaði Marjun sum fíggjarleiðari á Landsverki, og síðani februar 2024 hevur hon verið virkandi stjóri á Landsverki.
Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald