Innanlands

Markleys útbúgving størri enn nakrantíð

Fyri fyrstu ferð var tiltakið hildið við Tjarnir við heili 35 framsýnarum úr Føroyum og útlondum, sum kunnaðu um útbúgvingar, lærupláss og starvsmøguleikar.

2026-11-04 15:15 Author image
Innsent
placeholder

Umleið 1.100 næmingar úr fólkaskúlanum og miðnámi vitjaðu "Markleys útbúgving" í farnu viku, tá ið útbúgvingarráðstevnan á fyrsta sinni var við Tjarnir í Hoyvík.

Heili 35 framsýnarar úr Føroyum og útlondum kunnaðu um útbúgvingar, lærupláss og starvsmøguleikar. 

Frá morgni til kl. 14.30 var dagurin ætlaður næmingum í 9. og 10. flokki í fólkaskúlanum og næmingum á triðja ári á miðnámi. Næmingarnir vitjaðu básar, royndu ymiskt og lurtaðu eftir fyrilestrum.  

[object Object]

Tiltakið er vaksið munandi. Undanfarnu árini hevur Markleys Útbúgving verið í Norðurlandahúsinum við umleið 15 básum. Í ár vóru 35 framsýnarar, millum annað miðnámsskúlar, føroyskar fyritøkur, sum bjóða lærupláss, og hægri útbúgvingarstovnar úr Føroyum og útlondum. 

Kl. 14.30 endaði næmingadagurin við einari konsert við Bjarka V. Trondesen, sum mong munnu kenna frá sendingini Hoydalar. Samstundis lótu dyrnar upp fyri almenninginum. 

Markleys Útbúgving var fyrstu ferð í Norðurlandahúsinum í desember 2003.

Endamálið er at geva ungum betri innlit í útbúgvingar- og yrkismøguleikar, so tey fáa eitt gott grundarlag at taka avgerðir um sína framtíð.

Fleiri myndir her.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder