Innanlands

Markleys Útbúgving verður 15. september

Vælumtókta útbúgvingarstevnan verður í Norðurlandahúsinum – Á skránni eru fyrilestrar, pallborðsorðaskifti og annað

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 15. september (Savnsmynd)

Tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 15. september (Savnsmynd)

2021-09-04 14:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

15. september verður vælumtókta útbúgvingarstevnan Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum.

Markleys Útbúgving er ein útbúgvingarstevna, har útbúgvingarstovnar greiða frá møguleikum at útbúgva seg. Í ár verður eisini høvi at hoyra meira um karrieruskifti.

Orsakað av koronustøðuni, eru bert føroyskir luttakarar til staðar í Norðurlandahúsinum, skrivar Vegleiðarastovan, sum skipar fyri tiltakinum, í tíðindaskrivi. Útlendsku gestir luttaka talgilt.

Tiltakið verður opið fyri næmingum á miðnámi um dagin, og klokkan 16 er opið fyri almenninginum. Tá eru karriera og føroyski arbeiðsmarknaðurin á skránni.

Fyrilestrarhaldararnir vera Oda Wilhelmsdóttir Andreasen, sum greiðir frá um karrieruskifti, Eiler Fagraklett, sum er fluttur til Grønlands at arbeiða og Maiken Skarðenni, sum greiðir frá um karrieru og karrieruskifti.

“Karriera” hevur ein breiðari týdning í sambandi við karrieruvegleiðing. Tað fevnir um lívið og lívsumstøður - um gongdina í lestrar- og arbeiðslívinum. “Karriera” umfatar sostatt bæði persónlig og faklig viðurskifti.

Til síðst verður eitt pallborðsorðaskifti, har vit spyrja: “Kann mann velja RØTTU útbúgvingina? Eitt orðaskifti um føroyska arbeiðsmarknaðin og útbúgvingar. Til at skifta orð um spurningin vera Marita Rasmussen, umboð fyri Vinnuhúsið, umboð fyri ALS og Tór Marni Weihe, umboðandi MFS.

Vitjandi fáa høvi at heilsa upp á tey, ið hava bás á Markleysari Útbúgving. Vegleiðingarstovan er væl umboðað sum fyriskipari av tiltakinum, og møguligt verður at fáa avtalu í lag við vegleiðarar um vegleiðing. Eisini eru fleiri føroyskir og útlendskir útbúgvingarstovnar við, ið kunnu greiða frá um júst teirra útbúgvingarleið.

Tilmelding til Markleysa Útbúgving er á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder