2020-04-27 12:32
Seinastu tíðina hevur seinasta hond verið løgd á arbeiðstøkuna hjá Konsax á Marknagilsvegnum og Janusargøtu. Hetta er á Marknagilsvegnum, frá Dánjalstrøð og yvir til Bónus. Á síðuvegunum er tað Janusargøta og inn til P-plássini hjá Glasi og Bónus, og nakað er eisini gjørt við innkoyringina til Skúlaheimið, umframt uppmerking. Hon er liðug nú, og hesa vikuna verða nøkur írestandi smáarbeiði gjørd liðug
Tórshavnar kommuna skrivar, at økið verður tikið alment í nýtslu í dag klokkan 15. Tá fer Jákup Dam, formaður í teknisku nevnd, at siga nøkur orð og at tendra ferðsluljósini. Tiltakið verður stroymt á heimasíðuni torshavn.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald