40-ára gamli barnatannlæknin í Klaksvík, Markus Hvannastein, er valdur til formann í Føroya Tannlæknafelagi.
Hesum boðar "Tandlægeforeningen", sum Føroya Tannlæknafelag hoyrir undir, frá.
Markus Hvannastein hevur ikki verið í nevndini í Føroya Tannlæknafelagi áður. Kortini varð heitt á hann um at stilla upp til formansvalið. Nú er hann so valdur til formann fyri teir uml. 50 tannlæknarnar í Føroyum.
Fer at hyggja uppá snús og nikotinnýtslu hjá ungum og at minka umsitingina
Markus Hvannastein fer, sum formaður, fyrst og fremst at leggja dent á at fyribyrgja sjúkur í tonnum og munni, sigur hann í tíðindaskrivi.
- Vit mugu gera eitt átak ímóti snús- og nikotinposanýtsluni millum ungfólk. Nógv vita ikki av, at snús og nikotinposar skaða tannkjøtið. Tørvur er eisini á at leggja meiri dent á teir sýruskaðar, sum leskidrykkir gera á tenninar, sigur Markus Hvannastein.
Nýggi tannlæknaformaðurin vil eisini hava meiri uppmerksemi á ávirkanina, sum góð tannheilsa hevur á almennu heilsuna. Dømi eru um, at parondontitis kann hava ávirkan á sukursjúku og hjarta-karsjúkur.
Markus Hvannastein ætlar harumframt, sum formaður at arbeiða fyri at minka sum mest um umsitingina.
- Vit vilja fegin leggja orku okkara í at fyribyrgja og viðgera sjúkur hjá okkara viðskiftafólki, og tí vóni eg, at vit kunnu minka um óneyðugar umsitingarligar byrðar. Umsóknir og annað pappírarbeiði eigur at vera so einfalt, sum til ber, ljóðar áheitanin frá Markusi Hvannastein.
Royndir úr Føroyum og úr Grønlandi
Sum so mangir aðrir føroyingar hevur Markus Hvannastein tikið tannlæknaútbúgvingina í Keypmannahavn. Hann tók kandidatprógv á tannlæknaskúlanum á Háskúlanum í Keypmannahavn í 2012.
Eftir lokna útbúgving vendi hann beint aftur til Føroya og arbeiddi hjá einum privatum tannlækna í Leirvík til í 2016. Síðani starvaðist hann á privatari tannlæknastovu í Klaksvík í 2017, og fór síðani, í 2018, at arbeiða í Tasiilaq í Eysturgrønlandi. Markus Hvannastein vendi aftur til Klaksvíkar í 2019 og varð í 2021 settur sum leiðari fyri kommunalu barnatannrøktina í Klaksvíkar kommunu.
Nýggi tannlæknaformaðurin er uppvaksin á Viðareiði. Hann, konan og teirra sjey børn, í aldrinum frá 2-16 ár, búgva í Klaksvík. Í frítíðini er Markus Hvannastein virkin, serliga við renning, men eisini við svimjing.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald