Mentan

Marokkanskur filmur í Filmsfelagnum

"Blái kappin", sum var marokkanska Oscarumboðið í fjør, er fyrsti marokkanski filmur í Filmsfelagnum

2023-09-30 10:24 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin 4. oktober vísir Filmsfelagið marokkanska filmin "Blái kappin".

Maryam Touzani, sum hevur gjørt filmin, er fødd í Tanger í Marokko í 1980. Hon er virkin innan film og journalistikk. Fyri henda nýggjasta filmin hevur hon vunnið fleiri virðislønir, m.a. í Cannes, Göteborg, Tromsø og í LGBT høpi.

Fotografur er pólska Virginie Surdej (f. 1978), ið hevur arbeitt fyri Coldplay, størstu mótahús í Fraklandi og saman við Sakarisi Stórá í Skopun, Skálavík og í Hvalba, skrivar Filmsfelagið í tíðindaskrivi.

Í nýggja marokkanska filminum, ið júst fær góð ummæli fyri fotografering, verða vit drigin inn í eina kærleikssøgu í Salé uttanfyri høvuðsstaðin Rabat. Vit fylgja hjúnunum Halim og Mina, ið hava handil við siðbundnum kappum, nevndir kaftan. Í handlinum er ungi lærlingurin Youseff, sum íðin eygleiðir listarliga marokkanska handverkið, ið altjóða ídnaðurin og mótabransjan halda lítið um. Viðurskiftini í marokkansku búðini verða enn truplari, tá Halim kennir seg kensluliga, heldur enn yrkisliga, drignan at unga lærlinginum.

Saleh Bakri (Halim), sum fyrr hevur spælt í filmininum "Costa Brava, Libanon", spælir saman við Lubna Azabal (Mina), ið hevði høvuðsleiklutin í "Incendies" hjá Denis Villeneuve.

"Blái kappin" var marokkanska Oscarumboðið í fjør. Hetta er fyrsti marokkanski filmur í Filmsfelagnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder