Innanlands

Martin Henriksen nýggur formaður í Nye Borgerlige

Ivasamt hevur verið um flokkurin uttan fólkatingsbólk og bert eitt tingfólk fór at halda fram. 44-ára gamli formaðurin skal nú rudda upp

Martin Henriksen hevur 14-ára royndir frá Christiansborg og er fyrrverandi limur í danska fólkaflokkinum (Mynd: EPA)

Martin Henriksen hevur 14-ára royndir frá Christiansborg og er fyrrverandi limur í danska fólkaflokkinum (Mynd: EPA)

2024-04-17 10:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í hesari øldini hevur ein rúgva av nýggjum donskum politiskum flokkum sæð dagsins ljós. Hetta hevur verið at sæð á høgra vonginum, á vinstra vonginum og meira á miðjuni - tað hevur hilnast á ymsan hátt.

Ein flokkur, sum hevði fingið nakað av vindi í seglini, var Nye Borgerlige. Høgravendi flokkurin varð stovnaður í 2015 og fekk eina fitta framgongd til sítt fólktingsval nummar tvey í 2022. Trupulleikin er bara, at fimm av teimum seks valdu tinglimunum tá eru farnir úr flokkinum seinasta stóra árið.

Innanhýsis klandur hevur verið, og fyrst í hesum árinum fór forkvinnan og stovnarin í flokkinum, Pernille Vermund úr og yvir í Liberal Alliance. Skotið varð tá upp at avtaka flokkin.

[object Object]
Pernille Vermund var við til at stovna flokkin og leiddi hann fram til tíðliga í ár. Nú er hon farin víðari.

Nye Borgerlige er tó til enn, og nýggjur formaðurin er Martin Henriksen. Hetta er greitt eftir serligan fund í Fredericia í gjárkvøldið.

Klokkan var nógv, tá dyrnar fóru upp, og miðlarnir kundu fáa at vita, at Martin Henriksen er nýggi oddamaðurin. 44-ára gamli politikkarin av Amager staðfesti, at nógv er at gera. Talan er um eitt slag av uppruddingararbeiði.

Annars eru nøkur av málunum hjá Martin Henriksen og Nye Borgelige, at Danmark skal hava ein stramman politikk viðvíkjandi útlendingum, og tað skal gerast styttri millum politikkarar og fólki - tey ovastu í Danmark hava ov nógv vald, segði hann við TV2.

Martin Henriksen er ikki í Fólkatinginum í løtuni. Hann tók fyrstu ferð sæti í 2005 og hevði ymiskar nevndarsessir tey 14 árini á tingi. Millum annað var hann í Føroyabólkinum. Martin Henriksen var ikki afturvaldur í 2019. Hann royndi at gerast formaður í Dansk Folkeparti í 2022, men tá tað ikki eydnaðist, fór hann úr flokkinum. Síðani í fjør hevur nú nýggi formaðurin verið í Nye Borgerlige.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder