Innanlands

Martin Mohr Olsen verjir sína ph.d 1. desember

Tað er á DTU í Lyngby, at havnarmaðurin skjótt skal leggja fram. Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet í arbeiðstíðini

Heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Martini Mohr Olsen eitur

Heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Martini Mohr Olsen eitur "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic". Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet (DTU) undir arbeiðnum (Mynd: setur.fo)

2023-11-14 16:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin 1. desember klokkan 13, danska tíð, verjir Martin Mohr Olsen ph.d.-ritgerð sína á DTU í Lyngby. Heitið á ph.d.-ritgerðini hjá Martini er "Fourth Mission and Post-Sustainability Oriented Innovation in the Arctic".

Hetta skrivar setur.fo í dag.

- Martin hevur verið innskrivaður á Fróðskaparsetrinum og Danmarks Tekniske Universitet (DTU), og ph.d.-verkætlanin er eitt samstarv millum Setrið, DTU. Tórshavnar kommunu og Hugskotið.

Jason Li-Ying, professari á DTU, hevur verið høvuðsvegleiðari. Jens Christian Svabo Justinussen og Lau Øfjord Blaxekjær frá Fróðskaparsetrinum hava eisini verið partur av vegleiðaratoyminum hjá Martini Mohr Olsen.

Í Metingarnevndini eru trý fólk: Ein professari á DTU, ein úr Kanada, og Firouz Gaini frá Fróðskaparsetrinum.

Kelda: Fróðskaparsetur Føroya


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder