Innanlands

Maskinbrek orsøkin til at Hasfjord bar við land

Skoliluftsblásarin á motorinum fór, og tí stegðaði hann. Nú verður blásarin høvuðsumvældur, men enn er ikki greitt nær strandfaraskipið aftur fer í sigling. At síggja til er eingin skaði á kjølinum

Tá Hasfjord bar við land hósdagin (Vevmynd: Landsverk)

Tá Hasfjord bar við land hósdagin (Vevmynd: Landsverk)

2021-06-06 21:24 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Skoliluftsblásarin á motorinum á Hasfjord fór, og tí steðgaði motorurin. Tað hevði við sær, at strandfaraskipið bar við land í Skopun hósdagin.

Av tí at hann onga ferð hevði, varð hann tikin av streyminum inni í pollinum og var drigin inn móti grótkastinum, sigur Jóhan petur Abrahamsen, rakstrarleiðari á Strandferðsluni, við útvarpið.

At síggja til er eingin skaði komin á kjølin, upplýsir rakstrarleiðarin.

- Alt mekaniskt fer av og á, og í mun til øll onnur skip hjá Strandferðsluni, hevur Hasfjord bara ein motor, og steðgar hann, so hava vit ein trupulleika, sigur hann.

Hasfjord er kortini eitt trygt skip, sigur Jóhan Petur Abrahamsen við Kringvarpið.

Blásarin verður høvuðsumvældur, og skipið skal royndarsiglast áðrenn tað fer í rutu aftur. Enn er ikki greitt júst nær tað verður.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder