Uttanlands

MasterCard fingið risastóra bót

ES gevur MasterCard fleiri milliardir í bót fyri at hava hildið kostnaðinum fyri at brúka kortið kunstigt høgan

2019-01-23 12:12 Author image
Ari av Rana
placeholder

ES-nevndin hevur revsa MasterCard fyri at hava svika við kostnaðinum at brúka kortið. Sagt verður, at MasterCard hevur brotið ES-reglur, við at halda kostnaðin at brúka kortið kunstigt høgan. MasterCard hevur tí fingið bót á 4,3 milliardir krónur.

Margrethe Vestager, kappingarráðharri í ES-samveldinum sigur, at við at forða handilsfólki í at velja bestu treytirnar frá bankum í øðrum ES-limalondum, hevur MasterCard hildið kostnaðin fyri brúk av teirra korti, kunstigt høgan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder