Mentan

Matiné í Havnar kirkju leygardagin

17 ára gamli urguleikarin Ari Hammer Joensen, sum fyrr í ár vann 3. virðisløn í Stella Polaris kappingini, fer at spæla kend klassisk orgulverk

2021-06-24 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 26. juni verður matiné í Havnar kirkju, har ungi urguleikarin, Ari Hammer Joensen fer at spæla.

Ari er 17 ára gamal og hevur spælt orgul í 3-4 ár. Hann er sera nærlagdur í spæli sínum, og í tónleikakappingini Stella Polaris, sum var fyrr í ár, vann hann 3. virðisløn í bólkinum við tónleikarum i aldrinum 13 - 18 ár.

Ari spælir ofta til guðstænastur í Havnar kirkju og kring landið. Hann er í ferð við at taka orgulútbúgvingina á Tórshavnar musikkskúla og fer nú eisini at royna seg som konsertspælara.

Til matinéina leygardagin fer Ari at spæla kend klassisk orgulverk av Bruhns, Buxtehude, Bach, Guilmant og William Matthias.

Matinéin verður klokkan 11.30.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder