Innanlands

Matstovan á Hotel Brandan eitur Húsagarður

Matstovan letur upp mánadagin 2. november – Matstovan eitur eftir bóndahúsunum, sum eitt skifti stóðu á staðnum

2020-11-01 15:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, mánadagin 2. november, letur nýggj matstova upp á Hotel Brandan, og hon hevur fingið navnið Húsagarður, verður fráboðað í tíðindaskrivi.

Um navnið á matstovuni verður greitt soleiðis frá:

Gamli Húsagarður eigur serligt pláss í høvuðsstaðnum.

Í sjey øldir var garðurin staðsettur á Húsabrúgv eystan fyri Havnar kirkju. Men í 1939 var Húsagarður fluttur niðan í økið nærindis Gundadali, tí tað var vorðið heldur trongligt niðri í Havn - høvuðsstaðurin vaks, og brádliga lógu fjós og køstur beint í býnum.

Tann flutti garðurin var tá so fjarskotin, at økið bleiv rópt Meksiko. Men søgan endurtók seg, og brátt át býurin eisini hendan Húsagarðin.

Í dag roynir Hotel Brandan eftir førimuni at varðveita staðarnøvn, ið vóru knýtt at økinum. Millum annað hava fundarhøli og onnur rúm fingið gomul staðarnøvn.
Matstovan eitur nettupp Húsagarður eftir bóndahúsunum, sum eitt skifti stóðu á staðnum.

[object Object]

Á nýggja Húsagarði er bæði heimligt og háborið. Borðreitt verður bara við góðum norðurlendskum rávørum. Afturvið kunnu vitjandi velja vín úr stóra vínkjallaranum, Gilinum, sum fer at goyma einar 3.000 eksotiskar fløskur.

Fyrstu forrættirnir hjá húsagarðstoyminum eru m.a. jomfrúhummarar, mairót, neytatatar og toskur. Søgan um Húsagarð sermerkir eisini høvuðsrættirnir á matarskránni: roykt lambskjøt, neytalundir og havtaska.

Omaná fæst ein sonn symfoni av nøtuísi, krystallsjokolátu og fromasju við mysu, marengs og mazarin.

Rannvá Beder og Janus Einar Sørensen eru høvuðskokkar, meðan Mike Uhre og Ólavur í Búrstovu eru høvuðstænarar.

Opið er hvørt kvøld.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder