Matstovan Hallartún, sum liggur á nýggja, altjóða hotellinum á Staravegnum í Havn, Hilton Garden Inn, letur upp í kvøld.
Matstovan hevur íblástur úr franska bistro-stílinum, og dentur er lagdur á føroyskar rávørur.
Tað er Jákup Sumberg, sum er stendur á odda fyri matstovuni. Jákup Sumberg hevur fyrr verið við til at seta gongd á fiskamatstovuna Barbaru í Gongini heima í Havn. Áðrenn hann fór í starv hjá Hilton, arbeiddi hann fyri seg sjálvan, eitt nú við street-food.
- Vit gleða okkum at lata upp og borðreiða við øllum tí góða, sum vit hava sett saman til okkara gestir. Í Hallartúni er ferðin høg. Góðska, nógvur og góður smakkur við einføldum borðreiðingum eyðkenna matin í Hallartúni, sigur Jákup Sumberg, høvuðskokkur.
Sprotin kom við navninum
Í sambandi við, at matstovan skuldi hava navn, varð ein navnakapping útskrivað, men dómsnevndin samdist ikki um nakað av innkomnu uppskotunum. Tí vórðu boð send eftir máltænastuni hjá Sprotanum, sum kom við navninum Hallartún.
Í grundgevingini verður sagt soleiðis:
„Hil er tað sama sum hill. Ton er upprunaliga norrønt tún, sum merkir bøur, gerði, tún. Navnið á matstovuni skal á sín serstaka hátt spegla navnið “Hilton” í orðtýdningi og sniði og kortini vera egið og føroyskt.
Tú kemur inn í stóra høll – høgt til loft, vítt til veggja – einki ber uppfyri, einki skerjir sýnið; tú kundi eins væl sitið í túninum og notið bitan, meðan tú skoðar oman yvir Hoydalar. Tú situr í eini høll og einum túni um somu tíð. Tú fært ta stórbæru høllina og tað heimliga føroyska túnið bregdað saman til “Hallartún.“
Í sambandi við, at matstovan letur upp, hevur Jákup Sumberg saman við restini av toyminum sett saman eina upplatingarmatskrá fyri serprís við laksi, lambi og leskiligum tiramisu omaná fyri serprís.
Les eisini: Hilton hotellið letur upp í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald