Amerikanski-kanadiski sjónleikarin Matthew Perry, best kendur fyri at hava spælt leiklutin sum Chandler Bing í hitrøðini "Friends", er deyður.
Hann andaðist í heimi sínum í Los Angeles í gjár, 54 ára gamal.
Sambært amerikonskum miðlum varð hann funnin uttan vit í einum baðikari seinnapartin í gjár amerikanska tíð. Málið verður enn kannað, og er deyðsorsøkin ikki endaliga staðfest enn, men einki bendir á, at talan er um nakað brotsverk, upplýsa keldur fyri Los Angeles Times.
Matthew Perry varð føddur í Williamstown í amerikanska statinum Massachusetts 19. august 1969. Yrkisleið hansara byrjaði í 1979 við einum leikluti í sjónvarpsrøðini "240-Robert", og síðani spældi hann m.a. í røðum sum "Highway to Heaven", "Boys Will Be Boys", "Beverly Hills, 90210", "The Kennedys: After Camelot", og "The West Wing", men tey flestu minnast hann fyri leiklutin sum Chandler Bing í "Friends", sum fyrstu ferð varð víst í sjónvarpinum í árunum 1994 til 2004.
Í fjør gav hann út endurminningar við heitinum "Friends, Lovers, and the Big Terrible Thing: A Memoir". Matthew Perry var opin um, at hann hevði stríðst við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, og hevur hann m.a. nevnt, at hann orsakað av hesum ikki minnist at hava luttikið í upptøkunum av trimum av teimum tíggju sesongum av "Friends".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald