2018-07-09 13:24
Tað kom óvart tá bretski “brexit”-ráðharrin David Davies legði frá sær í nátt. Davis hevur verið ósamdur við bretska forsætisráðharran Theresa May í samband við samráðingarnar um útlimanina hjá Stórabretlandi úr ES. Uppsøgnin kom bert 48 tímar áðrenn nýggja brexit ætlanin hjá stjórnini fekk virknað.
Nú er greitt, at tað verður 44 ára gamli Dominic Raab, sum verður nýggjur “brexit”-ráðharri. Raab hevur sitið í fleiri ráðharrasessum, eitt nú sum bústaðarráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald