Mentan

MC Hár aftur á pall

Hendan nýggjárskonsertin verður í Blábar leygarkvøldið 30. desember, og bólkurin, sum er eitt barn av nítiárunum, er fullmannaður

Hóast bólkurin skjótt hevur 33 ár á baki, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn tvey ár

Hóast bólkurin skjótt hevur 33 ár á baki, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn tvey ár

2023-12-12 14:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Seinast MC-Hár spældi Nýggjárskonsert var um ársskiftið 2001-2002. Hesa konsert var bólkurin tó ikki fullmannaður. Rapparin Niels Uni Dam var í Ný Sælandi, og tí varð spælt uttan hann. Nú, 22 ár seinni, spælir MC-Hár endiliga tað ordentligu Nýggjárskonsertina.

Soleiðis skrivar MC Hár í tíðindaskrivi í dag, har konsertin verður kunngjørd.

Konsertin verður leygarkvøldið 30. desembur í Blábar. Konsertin er fyrsta almenna framførslan hjá MC-Hár í meira enn tvey ár.

Hóast bólkurin skjótt fyllir 33 ár, so hevur hann øll árini spælt konsertir javnan. Tí føldu limirnir, at tíðin var komin at aftur fara á pall, áðrenn 2023 fór afturum.

- Langa hárið er skift út við friseraðar og berar skallar, men tónleikurin er enn hin sami riffbaseraði rapprokkur, ið hevur borið bólkin fram øll árini, og sum hvørja ferð savnar trúfastu fjeppararnar, og sum ikki heilt sjáldan endar við einum regulerum yvirkroppaballi. Manningin hevur verið tann sama í yvir 20 ár, og telur hon nakrar av okkara royndastu og dugnaligastu tónleikarum.

Niels Uni Dam á rappi og Rókur Jákupsson á sangi verða væl stuðlaðir Rana Hammershaimb Christiansen og Hera Reynheim. Teir báðir gittarleikararnir, Jens V. Jakobsen og Jonas Bloch Danielsen, syrgja fyri, at man ongantíð gloymur at bólkurin er eitt barn av nítiárunum, og Tróndur Bogason skapar sínar garrvillu ljóðmyndir á tangentunum.

Hjá MC-Hár byrjaði tað við einari spontanari framførslu á Ebenezertrappuni 16. februar í 1991. Bólkurin gav lagið Symphony of Irony út í 1996, heildarútgávuna "Framvegis uttan vit" í 1998, gjørdist nummar trý í Prix Føroyum í 1999 og gav EP'ina "Burn Me" út sama ár, og headlineaði fyrsta G! Festivalin í 2002.

Konsertin 30. desember byrjar klokkan 22.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder