MEGD boðar í dag frá, at allan juni mánað 2020 eru øll vælkomin at vísa felagnum á atkomuligar matstovur í Føroyum. Við hesum ynskir MEGD at vísa á týdningin í atkomu fyri øll:
- Privatar eindir, sum veita hentleikar og tænastur, sum eru almenningi tøkar, skulu eisini vera atkomuligar fyri øll - hetta fyri at fólk, ið bera brek, skulu kunna liva sjálvstøðugt og fullvegis vera við í øllum lívsins viðurskiftum
Tað er Loyvisnevndin, sum samskipar umsóknir um og útskrivar endaligt loyvi til matstovuvirksemi. Kommunurnar góðkenna, í tráð við Bygningskunngerð 2017, um bygningurin er egnaður til endamálið.
Tey fýra atlitini, ið tikin verða, eru:
- Góð atkoma – likamlig atkoma inn í matstovuna og inni í matstovuni t.d. til sjálvtøkuborð, matskrá og at gjalda
- Vesi – er vesi atkomuligt, rúmligt og brúkiligt hjá øllum
- Ovurviðkvæmis vinarligur matur – eru tilboð til tey, ið hava cøliaki, laktosuallergi o.l.
- Parkering – eru góð parkeringsviðurskifti og handikapparkeringspláss so nær sum gjørligt
Ein bólkur er settur, sum saman við starvsnevndini hjá MEGD, metir um innkomnu uppskotini. 1. juli verða atkomuligu matstovurnar kunngjørdar, og tá fáa tær eina viðurkenning fyri góða atkomu og eitt merki á høvðusdyrnar, sum vísir, at hjá teimum er atkomuligt, og at øll eru vælkomin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald