Innanlands

Meinhard Bjartalíð fer at prædika við bátahylin Niðri við Støð

- Vanliga hevur kirkjan á Glyvrum verið fullsett, tá kallað hevur verið til guðstænastu jólaaftan, men tá farsóttarstøðan forðar fyri hesum í ár, hevur nevndin í Grinkilsgrunninum tikið stig til eitt øðrvísi tiltak. Gott pláss er kring bátahylin  

Grunnurin “Grinkil – FD 563” boðar frá, at stutt jólaløta verður við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum í morgin, jólaaftan klokkan 15

Grunnurin “Grinkil – FD 563” boðar frá, at stutt jólaløta verður við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum í morgin, jólaaftan klokkan 15

2021-12-23 12:22 Author image
Agnar Prestá

Nú guðstænastur ikki kunnu vera inni jólaaftan, orsakað av almennu tilmælunum, hava krikjusóknir, samkomur o.s.fr kring landið funnið uppá ymsar øðrvísi loysnir.

Hetta inniber, í øllum dømunum, at eitt slag av guðstænastu verður uttandura - í Miðvági er tað til dømis sum drive-in - og á eystara armi á Skálafjørðinum er einki undantak.

Les eisini: 
Eingin innandura guðstænasta jólaaftan og jóladag
Uttandura jólagudstænastur í Klaksvík og á Toftum
Kirkjurnar í høvuðsstaðnum skipa fyri uttandura guðstænastum jólaaftan

Kirkjan á Glyvrum er ein av teimum, sum vanliga er fullsett, tá kallað hevur verið til guðstænastu jólaaftan, men tá farsóttarstøðan forðar fyri hesum í ár, hevur nevndin í Grinkilsgrunninum tikið stig til eitt øðrvísi tiltak.

Í tíðindaskriv boðar Grunnurin “Grinkil – FD 563” frá, at stutt jólaløtu verður við bátahylin Niðri við Støð á Glyvrum í morgin, jólaaftan klokkan 15. Har fer Meinhard Bjartalíð at prædika frá heldur øðrvísi staði enn vanligt:

- Ætlanin er at leggja motorin ”Grinkil” út í bátahylin Niðri við Støð, og haðan fer sóknarpresturin Meinhard Bjartalíð at prædika. Lutfalsliga stórar víddir eru kring um hylin, soleiðis, at ein fjøld av fólki kann standa spjadd í økinum, og skipað verður soleiðis fyri tøkniliga, at boðskapur og sangur hoyrast um alt økið. Áðrenn prædikuna syngja vit “Tað sótu seyðamenn á vakt” og “Føgur er foldin” og við lok løtunar – eftir prædiku Meinhards - syngja vit “Gleðilig jól.”

Skriva verður til seinast, at nú ráðini gingu ímóti at vera innandura yvirhøvur, kann hetta vónandi – í minni og øðrvísi mun – geva  kensluna av, at ein av stóru kristnu hátíðunum stendur framman fyri durðum okkara.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald