Innanlands

Meinhard Edmund 25 ára starvsdag í Vágs kommunu

Saman við hinum arbeiðsmonnunum hevur hann sett sítt merkið á bygdina

Meinhard Edmund Vestureið og Bjarni Johansen, borgarstjóri (Mynd: Vagur.fo)

Meinhard Edmund Vestureið og Bjarni Johansen, borgarstjóri (Mynd: Vagur.fo)

2022-02-10 21:44 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag hevur Meinhard Edmund Vestureið 25 ára starvsdag í Vágs Kommunu.

Hesi nógvu árini hevur Meinhard Edmund havt nógvar og ymiskar uppgávur um hendi, og hevur hann, saman við hinum arbeiðsmonnunum, sett sítt merkið á Vágur. Meinhard Edmund er eisini tann, sum trúfastur fer út at salta vegirnar, tá kavi og frost ger tað trupult hjá borgarum at ferðast í Vági.

Sum starvsfólk er Meinhard Edmund jaligur, trúfastur, álítandi, skemtingarsamur og altíð til reiðar at hjálpa, sigur Vágs kommuna.

Kommunan takkar Meinhardi Edmundi fyri støðuga og trúfasta arbeiðið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder