Leiðslan í Meinigheitshúsinum í Havn hevur sett Jákup Brúsá sum nýggjan ungdómsleiðara.
Jákup Brúsá er eisini partur av stýrinum, og starvast hann til dagligt sum ráðgevi innan talgilda marknaðarføring. Men nú fær hann eisini ábyrgdina saman við øðrum ungum, at leiða ungdómsarbeiðið í Meinigheitshúsinum í Havn.
– Jákup hevur drúgvar royndir í ungdómsarbeiði. Bæði frá síni heimbygd, Leirvík, og úr Nesvík, har hann eitt tíðarskeið var ungdómsrágevi í Kirkjuligu Heimamissiónini. Ungdómurin í Meinigheitshúsinum er nógv vaksin í tali seinastu árini, og møguleikarnir at røkka ungdóminum í Havn við góðum boðskapi og felagsskapi eru sera góðir og nógvir, skrivar Meinigheitshúsið á heimasíðuni.
Í heyst er ætlanin at seta gongd á komandi ætlanir fyri ungdómsarbeiði, at røkka longri út í býin og yvirhøvur longri út um landið og landoddarnar, skrivar Meinigheitshúsið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald