2020-11-18 11:01

Samlaði útflutningurin til og við september mánað í ár er 6,3 milliardir krónur. Tað er 7 prosent minni enn í fjør. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari
Útflutningurin av laksi er minkaður við 11 prosentum í nøgd og 10 prosentum í virði, meðan útflutningurin av toski er minkaður 25 prosent í nøgd og 22 prosent í virði.
Fyri makrel síggja vit ein vøkstur í útflutninginum. Har er útflutta nøgdin vaksin við 26 prosentum, meðan virði av útflutninginum er vaksi við 16 prosentum.
Yvirlit yvir útflutning kann síggjast á heimasíðuni hjá Hagstovuni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald