42 prosent halda ikki, at tað var rætt at koyra kringvarpsstjóran, Ivan Niclasen, til hús fyrr í vikuni. Tað vísir kanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin.
29 prosent halda, at tað var rætt, at kringvarpsstjórin varð koyrdur úr starvi, og onnur 29 prosent siga seg sambært kanningini ikki vita.
Tað var týsdagin, at tað bleiv kunngjørt, at Ivan Niclasen varð koyrdur til hús. Orsøkin var, at hann hevur loyvt einum persóni at sleppa undan kringvarpsgjaldi, sum øll annars skulu rinda. Nú fyrrverandi stjórin hevur grundgivið við, at hesin persónurin skal hava hótt starvsfólk, og tí var hetta orsakað av trygdini hjá starvsfólkum.
Kringvarpsstýrið metti seg ikki hava annan møguleika enn at koyra stjóran seinastu seks árini til hús.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Spurningurin er partur av veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin og Blaðið Vikuskifti. Veljarakanningin verður kunngjørd her á Portalinum klokkan 7 leygarmorgunin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald