Uttanlands

Meirilutin atkvøddi ímóti Brexit-avtaluni

202 atkvøddu fyri og 432 atkvøddu ímóti skilnaðaravtaluni hjá Theresu May

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-01-15 19:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyri løtu síðani atkvøddi ein meiriluti í Undirhúsinum ímóti skilnaðaravtaluni hjá Theresu May.

202 akvøddu fyri, og 432 atkvøddu ímóti.

Eftir ætlan skuldi parlamentið eisini atkvøða um fýra broytingaruppskot til avtaluna, men trý av teimum vóru tikin aftur, og fjórða broytingaruppskotið varð felt eftir at 600 atkvøddu ímóti og bert 24 atkvøddu fyri.

Bretska stjórnin hevur nú tríggjar dagar til at leggja fram eina Plan B.

Misálit til viðgerðar ímorgin

Sambært BBC hevur andstøðuleiðarin Jeremy Corbyn í kvøld lagt uppskot fram um misálit á bretska forsetisráðharran, Theresa May.

Sambært Jeremy Corbyn var talan um ein katastrofalan ósigur í kvøld, og er hetta stórsti ósigurin hjá einari bretskari stjórn síðan 1924.

Dagført kl. 20.37

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder