
Tveir av yngri prestunum í fólkakirkjuni, sum fyri ikki so langari tíð síðani lósu guðfrøði í Keypmannahavn, vitja gamlar gøtur í danska høvuðsstaðnum, har teir hava tikið upp nýggjasta partin í røðini "Menn í kjóla"
Toftamaðurin Ovi Brim og klaksvíkingurin Jákup Erlingsson Petersen, ið starvast í ávíkavist Nes prestagjaldi - umfevnir eisini Gøtu kirkju - og Norðurstreymoyar eystara prestagjald, hugleiða um støðuna og kjakið um flóttar.
Ovi og Jákup koma í videobrotinum millum annað inn á, hvat Bíblian lærir um næstrakærleika og nevna líknilsi um "Hin Miskunsama Samriubúgvan", ið Ovi júst hevur prædika um.
Sí sjónband ovast
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald